Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2023 22:45

Klæmint skoraði í yvirtíðini – og bjargaði eina stignum

Mynd: Klæmint skorðar (savnsmynd)

Tað endaði við sonnum dramatikki í bestu íslendsku deildini í kvøld á Kópavogsvöllur, tá ið Breiðablik tók ímóti oddaliðinum Víkingur Reykjavík.

Bæði liðini hava føroyingar í hópinum. Klæmint A. Olsen byrjaði á bonkinum fyri Breiðablik, meðan Gunnar Vatnhamar ikki gjørdist klárur til dystin, og tískil mátti sita uttanfyri við skaðanum sum hann fekk herfyri.

Víkingur Reykjavík legði seg annars á odda 2-0 og sá tað eisini leingi út til, at dysturin eisini skuldi enda soleiðis. Men í 90 minutti skoraði Gísli Eyjólfsson eftir hornaspark fyri Breiðåablik til støðuna 1-2.

Klæmint var innskiftur í 88 minutti, tá støðan var 2-0. Men langt inni í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat eydnaðist tað Klæminti at saksasparka bólti í netið til 2-2! Sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

Stutt eftir brígslaði dómarin dystin av, og endaði tað eisini við ruðuleika millum leikarar og venjarar, har hjálparvenjarin hjá Víkingur Reykjavík millum annað fekk beinleiðis reytt kort.

Víkingur Reykjavík er enn oddalið og hevur nú 28 stig, meðan Breiðablik hevur 23 stig á 3.plássi.