Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2023 19:02

Klæmint skeyt Breiðablik víðari í steypakappingini

Mynd: Klæmint A. Olsen móti Þróttur Reykjavík í dag (Fótbólti.net)

Breiðablik og Klæmit A. Olsen møttu í dag Þróttur Reykjavík á AVIS völlurinn í íslendsku steypakappingin, eisini kallað Mjólkurbikarinn.

Og sigast má, at tað gekk væl hjá Breiðabliksmonnum og hjá Klæminti.

Breiðablik vann dystin 3-0. Fyrsta málið skeyt Viktor Karl Einarsson, og í 57 minutti skeyt Klæmint eitt gott mál, tá hann akrobatiskt legði seg afturá og skeyt bóltin í netið. (sí málið niðanfyri). Løtu seinni var Klæmint spældur fríur, men var taklaður aftanifrá, beint áðrenn hann skuldu skjóta bóltlin í netið. Dómarin dømdi brotsspark, sum Gísli Eyjólfsson tíðanverri brendi.

Klæmint var útskiftur í 71 minutti.

Í yvirtíðini økti Stefán Ingi Sigurðarson til endaligu støðuna 3-0. Breiðablik er tískil víðari nú bert 8 lið eru eftir.

Komandi uppgáva hjá Breiðablik er longu sunnudagin 21. mai í Úrvalsdeildini, tá HK kemur á vitjan á Kópavogsvöllur.