Mynd: Fótbólti.net
Tað gongur væl hjá Víkingi Reykjavík og Gunnari Vatnhamar. Í kvøld vunnu teir fimta landskappingardystin á rað. Og eru sostatt ósigraðir og fremst við 15 stigum. Gunnar leikti allar 90 minuttirnar í miðverjuni.
Eisini er tað byrja at ganga væl hjá Klæminti A. Olsen. Tað hevur verið soltið við spælitíð síðani hann flutti til Íslands at spæla, men nú sær út til at fara at lýsna. Í kvøld bleiv hann skiftur inn í 76 minutti í 2-0 útisigrinum ímóti Stjarna FC. Í móti dystarenda hevði hann ein stóra møguleika, sum málmaðurin bjargaði.
Longu mánadagin er fult umfarð aftur í Íslandi. Tá skal Víkingur Reykjavík út til Vestmannaeyjar at spæla ímóti ÍBV, meðan Breiðablik skal møta Fylkir á útivølli.
