Breiðablik vann í kvøld ein tryggan 5-0 sigur á meistarunum úr Montenegro. Hetta ger at Breiðablik nú skal leika 1. umfar í Champions League kvalifikatiónini móti Shamrock Rovers úr Írlandi. Dystirnir verða leiktir í Írlandi tann 11. juli og heima á Kópavogsvelli tann 18. juli.
Klæmint byrjaði í kvøld á bonkinum, men kom inn tá ið 75 minuttir vóru leiktir.