Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2023 00:17

Klæmint, Klæmint…..- Breiðablik í hálvfinalini (sí málini her)

Mynd: Klæmint valdur til "Dagsins maður" í dystinum tá hann fekk 2 mál (Breiðablik)

Klæmint A. Olsen hever veruliga fingið fótin fyri seg í Íslandi seinastu tíðina. Hann hevur verið avgerandi í fleiri dystum fyri Breiðablik.

Og soleiðis var aftur í kvøld, tá ið Breiðablik tók ímóti FH Hafnafjørður við Heimir Gudjónsson á odda á Kópavogsvöllur í steypakappingini, Mjólkurbikarinn.

Dysturin endaði 3-1 til heimaliðið Breiðablik. Og Klæmint skoraði tvey av málinum. (Sí málini niðast)

Klæmint, sum fyrr í dag var úttikin til A-landsliðið, byrjaði tó á bonkinum.

FH Hafnafjørður skoraði longu í 11 minutti í fyrra hálvleiki. og var tað eisini hálvleiksstøðan. Venjarin hjá Breiðablik, Óskar Hrafn Þorvaldsson, var týðiliga ikki nøgdur, og skifti bæði Klæmint og Gísla Eyjólfsson inn í hálvleikinum. Og hetta skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð, tí báðir áttu teir týðandi leiklut í sigrinum.

Breiðablik legði beinavegin stórt trýst á í seinna hálvleiki og hevði Klæmint eisini onkrar møguleikar at skora. Og í 69 minutti eydnaðist tað honum at javna, tá eitt innlegg kom úr høgru og Klæmint bara skuldi seta fótin á. Og í 90 minutti legði Davíð Ingvarsson Breiðablik á odda 2-1. Og í langt inni í yvirtíðini var Klæmint so aftur á plettinum, tá hann fekk eitt innleg úr vinstru, har hann í nærdysti við ein verjuleikara fekk fótin á og setta bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-1.

Klæmint var eisini valdur til “Dagsins maður” aftaná dystin.

Breiðablik hevur tískil vunnið sær pláss millum tey síðstu fýra í steypakappingini við sigrinum í kvøld.

Eisini Víkingur Reykjavík spældi seg víðari til tey síðstu fýra, við at vinna 2-1 á Þór á útivølli. Gunnar Vatnhamar var ikki við, vega skaða.