Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2023 22:14

Klæmint funnið máltevið aftur

Mynd: Fótbólti.net

So gjørdi hann tað aftur. Tað sum Klæmint A. Olsen dugir best. At skjóta mál!

Klæmint byrjaði í kvøld inni fyri fyrstu ferð í landskappingardysti fyri Breiðablik, og hann gjørdi ikki mætari enn at takka fyri álitið og skorað til 1-0 í 27. minutti ímóti Fylkir.

Klæmint bleiv útskiftur tá 65 minuttir vóru leiktir. Sjálvur dysturin endaði 1-2 til útiliðið Breiðablik.

Hetta er hansara næsta mál, eftir dramatiska dystin í síðstu viku, tá hann skoraði sigursmálið í 96 minutti í ógloymandi 5-4 sigrinum á Fram.

Gunnar Vatnhamar var eisini í dysti í kvøld, tá hann og Víkingur Reykjavík vóru á vitjan úti á Vestmannaeyjunum og ÍBV. Langt inni í yvirtíðini hjá dómarinum, eydnaðist tað Víkingi Reykjavík at fáa mál og sostatt vinna dystin 1-0. Hetta er somuleiðis sætti landskappingardystur á rað, sum teir hava vunnið. Gunnar leikti allar 90 minuttirnar.

Komandi dystir í Úrvalsdeildini verða leiktir 13. mai og 14. mai. Breiðablik skal leika á útivølli móti KR tann 13. mai, meðan Víkingur Reykjavík tekur ímóti FH sunnudagin 14.mai.