Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.07.2023 23:27

Klæmint er víðari í Champions League – fer hann aftur at skorða í Parkini?

Mynd: Eysturoyarportalurin

Breiðablik, við Klæmint A. Olsen í hópinum, hevur í kvøld spælt seg víðari til 2. umfar av Champions League, har teir nú skulu møta danska stórliðnum FCK.

Breiðablik hevði eitt gott útgangsstøðið til dystin í kvøld, eftir at teir høvdu vunnið fyrra dystin 1-0 á útivølli í Írlandi fyri viku síðani. Og tað eydnaðist eisini at vinna seinna dystin 2-1 á heimavølli, og sostatt samanlagt 3-1.

Klæmint bleiv skiftur inn seinastu minuttirnar, har hann, saman við liðfeløgunum var við til at hála sigurin heim. Eisini eitt frálíkt úrslit fyri íslendskan fótbólt.

Fyrri dysturin hjá Breiðablik móti FCK, verður longu leiktur týsdagin 25. juli á Kópavogsvöllur í Íslandi, meðan returdysturin verður leiktur í Parkini 2. august.

Klæmint skeyt annars málið hjá Føroyum, tá ið teir taptu 3-1 í Parkini tann 13. november í 2021. Hann minkaði tá munin til 2-1 tá tað restaðu bert fáir minuttir av dystinum.

Klæmint og hinir í Breiðablik fegnast um sigurin í kvøld á Shamrock Rovers (Eysturoyarportalurin)