Mynd: Breiðablik
Breiðablik, sum hevur Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen í hópinum, spælir ímóti Fylkir í bestu íslendsku deildini. Úrvalsdeildin, í kvøld.
Tað gleðiliga sæð við føroyskum brillum er, at Klæmint er í kvøld millum teir fyrstu ellivu, fyri fyrstu ferð í landskappingardysti fyri Breiðablik.
Dysturin byrjar kl 21.15 føroyska tíð.
