Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2023 19:12

Klæmint átti tvær ferðir næstsíðsta fótin

Mynd: Klæmint A. Olsen (Fótbólti.net)

Klæmint A. Olsen var millum teir fyrstu ellivu, tá ið Breiðablik í dag vitjaði FH Hafnafjørður á Kaplakriki í Hafnafjørðinum, tá liðini leiktu 2-2.

Og Klæmint átti eisini ein týðandi leiklut í 2-2 javnleikinum. Tað var Breiðablik sum legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Og var tað Klæmint, sum átti næstsíðsta fótin á í báðum førum. Serliga tað seinni málið var gott uppspæl frá áleyparinum.

Tíðanverri fyri Breiðablik, so kom FH afturíaftur, og fekk javna til 2-2, sum eisini var endaliga úrslitið. Klæmit leikti allar 90 minuttirnar í álopinum.

Breiðablik er nú næstfremst í Úrvalsdeildini við 24 stigum, fýra stig aftanfyri og ein dyst meira enn oddaliðið, Víking Reykjavík, sum spælur í morgin ímóti Fram.