Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2025 14:53

Klæmint A. Olsen: Eg tók avgerðina tíðliga í fjør

Klæmint hevur takka fyri seg á A-landsliðnum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tá ið Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, í morgun almannakunngjørdi hópin til dystirnar móti Kekkia og Montenegro, var eingin Klæmint Andrasson Olsen at síggja millum teir 23 útvaldu.

Orsøkin er, at 34 ára gamli áleyparin og málrevurin úr Rituvík hevur takka fyri seg á A-landsliðnum.

Hann hevur leikt 64 A-landsdystir og skotið 10 mál, sum eisini er málmet fyri mest skorandi A-landsliðsleikara. Metið deilur hann saman við klaksvíkingin Rógva Jacobsen.

Klæmint hevur bert umboðað NSÍ í føroyskum fótbólti, meðan hann hevur leikt eitt kappingarár í íslendskum fótbólti fyri Breiðablik.

Við Eysturoyarportalin sigur maðurin sum hevur skotið 239 mál í bestu deildin, soleiðis:

-Eg tók avgerðina tíðliga í fjør, at kappingarárið 2024 bleiv tað seinasta árið á A-landsliðnum.

At verða á landsliðnum hevur altíð verið ein stór æra fyri meg, og havi eg altíð lagt nógv fyri, at sleppa at umboða okkara land og fólk.

Eftir gott og væl 12 ár, føli eg, at eg ikki havi tað neyðugu tíðina og orkuna sum krevst, fyri at samantvinnað landliðsfótbólt, klubfótbólt, familjulív og arbeiðslív.

So eg eri púra avkláraður við støðuna. Hesum boðaði eg eisini landliðsvenjaranum frá, tá eg tosaði við hann áðrenn dystirnar í november.

Samstundis haldi eg, at tíðin nú við nýggjum venjaratoymi er eitt gylt til at rista posan av nýggjum og loyva yngri kreftum at taka yvir.

Til seinast, vil eg bara siga takk fyri tíðina, bæði á og uttanfyri vøllin, tað hevur verið eitt fornøjilsi.