Runavíkar kommuna
Í eina tíð hevur tekniska deild hjá Runavíkar kommunu arbeitt við at víðka kirkjugarðin í Rituvík. Hann er komin at mørkum, og nú verkætlanin var boðin út, átti felagið Voyt (sum Eyðstein Skipanes og Johannes Johannesen eiga) lægsta boðið. 160 dupultar gravir vera í nýggja partinum av kirkjugarðinum.
Sáttmálin kostar kommununi áleið 1,6 milliónir krónur.
Í dag skrivaðu Johannes og borgarstjórin undir arbeiðssáttmálan í Rituvík.
