Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2025 06:31

Kend andlit skulu venja ungdómin

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar:

NSÍ hevur í kvøld sett 3 høvuðsvenjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U15, U17 og U21. Talan er um ávikavist Einar Tróndargjógv, Oddur Højgaard og Jann Martin Mortensen. Teir eru allir vælkendir fyri teirra leiklut sum leikarar fyri besta mansliðið hjá NSÍ, og nú koma teir at brúka hesar royndirnar at venja og menna okkara ungu leikarar.

Jann Martin hevur venjaraprógv, og hevur eisini í nøkur ár havt ein venjaraleiklut í felagnum, bæði hjá ungdómsliðum og vaksnum liðum. Einar hevði í fjør ábyrgdina av U13 liðnum fyri dreingir. Hann og Oddur taka í løtuni venjaraskeiðið “Leikaraleiðin”, ið er fyri fyrrverandi leikarar.

Vit í felagnum gleðast um at fáa tílíkar nærlagdar og dugnaligar venjarar at taka sær av menningini og trivnaðin av okkara ungu leikarum. Tykkum verður ynskt alt tað besta í tykkara leikluti sum ungdómsvenjarar í felagnum.

Spjaldur