Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2026 22:42

Kelda til íblástur

Anja Rein, starvsnevndarlimur, handaði Andreu Vatnsdal og Mary-Ann Zachariassen eina tøkk fyri teirra framløgur um teirra lív í fótbólti - Mynd: Maria Ziskason/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Eini 50 kvinnur tóku lut og lýddu á, tá FSF leygardagin bjóðaði til netverkstiltakið “Finn tína leið”.

Salurin var so gott sum fullur, tá Andrea Vatnsdal og Mary-Ann Zachariassen vóru høvuðsnøvn til netverkstiltak í FSF húsinum sum upptakt til finaluna um Løgmanssteypið. Við áhugaverdum og inspirerandi eygleiðingum úr teirra egna lívi í fótbólti, góvu tær báðar áhoyrarunum innlit í, hvussu fótbólturin hevur ríkað teirra lív, bæði persónliga og í arbeiðshøpi. 

Andrea Vatnsdal er post-intro skurðlækni á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon eisini virkar sum landsliðslækni hjá A-kvinnum. Í síni framløgu hugleiddi Andrea fyrst um barnaárini sum spælari í VB, har samanhaldið og mongu túrarnir norður um Suðuroyarfjørð góvu henni nógvar góðar lívsførleikar í viðførið. Síðan greiddi hon frá vaksnu árunum við lesnaði og lívinum á síðulinjuni, meðan maður hennara Heini spældi yrkisfótbólt. Síðan 2022 hevur Andrea verið lækni á kvinnulandsliðnum, og í framløguni fortaldi hon sera áhugavert um, hvussu royndirnar sum landsliðslækni eisini hava styrkt hana fakliga í dagliga yrkinum á Landssjúkrahúsinum.

Mary-Ann Zachariassen starvast sum lærari og serlærari, og so hevur hon spælt óteljandi dystir í bestu føroysku deildini. Dystartalið veksur framvegis, tí hon er enn virkin sum ÍF spælari. Harumframt hevur hon fleiri stórar álitisuppgávur í felagnum, eitt nú sum samskipari, venjari, hjálparfólk og nevndarlimur. Í sínari framløgu greiddi Mary-Ann sera væl frá, hvussu fótbóltur fyri hana og familjuna er ein sterkur miðdepil – eitt áhugamál, sum savnar tey og gevur teimum felags upplivingar og kvalitetstíð. 

Netverkstiltakið “Finn tína leið” er eitt átak til frama fyri at økja um talið av kvinnum í føroysku fótbóltsfamiljuni. Umframt leiklutirnar sum spælarar, venjarar og dómarar, so eru vegirnir í fótbólti ógvuliga talríkir og áhugaverdir, og tiltakið hevur til endamáls at sjónliggera kvinnuligar fyrimyndir í fjølbroyttum leiklutum.