Sunda Kommuna
1. februar hevði Katrina Svartá 45 ára starvsdag sum vaskifólk í Hvalvíkar skúla. Dagurin varð hildin í Hvalvíkar skúla, har Jógvan Kruse handaði Katrinu blómur og gávu. Eisini góvu børnini í skúlanum Katrinu eitt sera vakurt blómutyssið, sum tey høvdu gjørt úr perlum.
Sunda kommuna takkar fyri drúgva og góða tænastu og ynskir Katriunu hjartaliga tillukku við 45 ára starvsdegnum.
Deil á Facebook