Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2025 12:58

Kappróðrarneystið fingið dekk á

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag løgdu arbeiðsmenn betongdekk á nýggja kappróðrarneystið hjá kappróðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu, sum verður bygt á havnalagnum í Norðragøtu.

Fyrsti spakin til neystið varð settur í í august í fjør og eftir ætlan skal niðasta hæddin longu standa klár fyrrapartin av hesum árinum, soleiðis at kappróðrarbátarnir kunnu standa inni.

Miða verður annars at alt húsið skal standa liðugt á heystið 2025.

Talan er um 300 m2 av betongdekkið sum varð lagt á í dag.