Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2024 12:15

Kappróðrarfelagið Tindur fær nýggja heimasíðu

Kappróðararfelgið Tindur

Kappróðrarfelagið Tindur, í Eysturkommunu, er júst komið fram við eini nýggjari heimasíðu, sum eftir ætlan fer at gera tað lættari fyri limir felagsins og kappróðraráhugaði at fylgja við í virkseminum hjá felagnum.

Á heimasíðuni kunnu áhugaði lesa um virksemi felagsins, tekna seg sum lim í felagnum, umframt at møguleiki er at stuðla felagnum fíggjarliga. Heimasíðan lýsir eisini við felagsins høvuðsstuðlum. Harumframt er møguleiki at síggja myndir frá ymiskum tiltøkum og kappingum. Endiliga kunnu limir kunna seg um venjingartíðir og kappingar á heimasíðuni.

“Vit eru fegin um at kunna bóða frá okkara nýggju heimasíðu. Hetta er eitt átak í at gera felagið meira atkomiligt og savna okkara tilfar á einum staði,” sigur formaðurin í Tindi, John Høgnesen.

Heimasíðan er at finna á: “www.tindur.fo“, og nevnd felagsins vónar, at limir og bygdafólk fara at taka væl ímóti heimasíðuni.