– Øll manningin er føroysk og teir, sum leitað verður eftir, eru 47 og 57 ára gamlir. Hetta sigur løgreglan fyri løtu síðani.
Á www.fishin.fo sæst, at Hamranes, Breiðanes, Sandshavið og Brimil eru á leiðini har Kambur sakk. Eisini er eitt flogfar komið á leiðina at leita.
Vaktar- og Bjargingarskipið Brimil samskipar leitingina eftir teimum báðum monnunum ið eru saknaðir. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum verður sagt.
– Øll tey avvarðandi hava nú fingið boðini, leggur hann aftrat.