Tað var ein heldur løgin sjón, seinnapartin í dag, tá 11 kajakkir rógvandi inneftir Gøtuvík.
Tað vóru fleiri av bygdafólkunum sum stúrsaðu við, tá ið tey sóu hesar kajakkirnar koma rógvandi úr mjørkanum.
Eysturoyarportalurin fór at fregnast, fyri at vita hvat hetta var fyri nakað.
Sigurð Davidsen, eigari av Kajak.fo, sum eisini var guide og ein av rógvarunum í dag, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at hetta er eitt ferðalið við royndum kajakkrógvarum, frá ymsum londum, sum eru komin hendanvegin fyri at rógva runt landið.
Í dag hava tey róð úr Rituvík, runt Mjóvanes, og inná sandin í Syðrugøtu. Í gjár vóru tey á Eiði og róðu, sigur Sigurð Davidsen.
Myndir: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook