Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2022 10:40

Kaja borgarstjóri – Runavíkar kommuna

Mynd: Runavik.fo

Kaja Joensen tekur eina vakt sum borgarstjóri hesa vikuna, meðan borgarstjórin er uttanlands í kommunalum ørindum. Táið Runavíkar býráð hevði skipað seg eftir seinasta kommunuval, og tikið við valdinum um ársskiftið 2020/21, varð Kaja varaborgarstjóri. Nú hon loysir av í eina viku, er hetta fyrsta ferðin, yvirhøvur, at ein kvinna situr í sessinum hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu.

Fýra listar stillaðu upp til seinasta kommunuval, og av teimum 11 býráðslimunum eru 7 valdir á Lista A, 1 á Lista B, 1 á Lista C og 2 á Lista D. Kaja Joensen er vald á Lista A og fekk næstflestar atkvøður á listanum og á kommunuvalinum yvirhøvur – 132 atkvøður. Annars virka allir listarnir saman í einari og somu samgongu, og valdið er býtt samsvarandi hesum. Kaja situr annars sum næstforkvinna í fíggjarnevndini og í byggi- & býarskipanarnevndini.

Virkandi borgarstjórin er fødd 18. apríl í 1974. Hon er uppvaksin í Lamba og býr í Saltangará. Eftir lokið miðnám á Kambsdali í 1994, flutti hon til Havnar og lærdi til farmakonom á Tjaldurs Apoteki. Hon starvaðist á Apotekinum fram til 2003, tá ið hon fór í læru í Føroya Sparikassa og hevur hon starvast sum kundaráðgevi í bankanum, sum nú gongur undir heitinum Betri, í 19 ár.

Hon er gift Christiani Joensen og eiga tey tveir synir – Trygva og Bjarta.

Valdi borgarstjórin er tøkur aftur leygardagin í vikuni.