Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn. Í kvøld hækkar hann í útnyrðing eitt skifti, síðani lækkar hann vestan og minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað klárnar og sum frá líður slítur í. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig, í nátt niður í 4 stig.
Sólarris: 07:52 Sólsetur: 16:27