Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir úr Njarðvík eru fremstir í íslendsku næstbestu deildini, Lengjudeild karla, eftir at tvey umfør eru leikt.
Njarðvík vann í dag á heimavølli 3-0 á Dalvík/Reynir. Kaj Leo átti uppleggið til 1-0 málið sum Joao Ananias skeyt í 43 minutti. Kaj Leo leikti 86 minuttir áðrenn hann var útskiftur.
Leygardagin tann 18. mai verður triðja umfar á skránni, tá ið Njarðvík skal til Reykjavíkar har teir skulu møta Þróttur á útivølli.
Deil á Facebook