Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.04.2023 06:58

Kaj Leo funnið sær nýtt felag

Mynd: ÍA

Í gjár bleiv kunngjørt, at Kaj Leo í Bartalsstovu hevur skriva undir sáttmála við Leiknir hetta kappingarárið. Hann hevur verið uttan felag, síðani sáttmálin við ÍA Akranes gekk út fyri eini tíð síðani.

Leiknir flutti niður úr bestu deildini í fjør, og skal sostatt leika í næstbestu deildini sum kallast Lengjudeildinn.

Leiknir skal longu í dag spæla steypadyst í Mjólkabikarinn, og væntast kann, at Kaj Leo fær debut longu í dag fyri nýggja lið sítt.

Les meira her: https://www.leiknir.com/frettir/kaj-leo-til-leiknis/