Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2024 20:22

Josefine styrkir um kvinnuhópin

Mynd: Stíf

StÍF

Besta liðið hjá kvinnunum hevur fingið ein nýggjan leikara, ið kemur at styrkja um hópin. Talan er um 20 ára gamla vinstra bakspælaran og playmakaran: Josefine Dyring, sum kemur frá einum lítlum býi kallaður Stoholm í Danmark. 

Í sínum ungdómsárum spældi hon hondbólt í heimstaðnum Stoholm. Tá hon gjørdist eitt sindur eldri, fór hon til Holstebro at spæla, har hon eisini fekk lokið miðnámsprógv. Eftir hetta spældi hon í Skive fH, og nú sær hon fram til at spæla í Føroyum hjá okkum í StÍF. 

Vit eru sera fegin um at hava fingið Josefine til felagið, og ynskja vit henni hjartaliga vælkomna í hópin og felagsskapin.