Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2025 20:54

Jón Tyril settur sum leiðari í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Jón Tyril í starv sum leiðara í Mentanarhúsinum.

Jón Tyril er 51 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Norðragøtu.

Jón Tyril hevur drúgvar royndir við, at fyriskipa tónleikatiltøk og mentanarligar upplivingar. Millum annað  var Jón ein av stovnarunum av G!Festivalinum og Tónleikasamtakinum Grót. Harumframt hevur hann skipað fyri fleiri øðrum mentanartiltøkum, eitt nú árliga afturvendandi Hoyma.

Umframt royndir við upplivingarvinnu, hevur Jón B.A prógv í føroyskum máli og bókmentum og drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu.

Hann hevur seinasta árið røkt leiðarastarvið í Mentanarhúsinum í farloyvisstarvi og byrjar beinanvegin í fastari setan.

Fuglafjarðar Kommuna ynskir honum blíðan byr í nýggja starvinum.