Toftamaðurin og liðskiparin á B68 liðnum, Hanus Højgaard, er í hesum døgum í Danmark har hann er til royndarvenjing hjá Kolding IF, sum spælir í donsku næstbestu deildini.
Við Eysturoyarportalin sigur hann, at hann hevur verið í Kolding síðani sunnudagin og spældi mikudagin 30 minuttir ímóti Vendsyssel FF í einum 1-0 sigri.
Hann sigur, at í summarferiuni hava fleiri feløg víst honum áhuga. Eitt av hesum var Kolding IF, har hann so valdi at royna seg. Higartil følir hann, at tað hevur gingist væl.
Um sjálva royndarvenjingina, so sigur hann, at leikferðin og kvaliteturin er væl hægri enn tað hann er vanur við í Føroyum, so tað krevur at ein venur seg við bæði tempo og styrki.
Í morgin skal hann spæla ímóti Flensborg á útivølli, og har hann hevur fingið at vita, at hann verður við frá byrjan sum 10’ari.
Royndarvenjingin endar í morgun, men hvat so síðani hendir er enn óvist.
Hann sigur, at hann kundi heilt víst hugsað sær at roynt seg uttanlanda um møguleikin kom einaferð. Nær tað so verður fáa vit at síggja, sigur hann at enda við Eysturoyarportalin.
