Nú jólafriðurin spakuliga legst yvir land og fólk, eru tey í Kelduni í Skálafirði í gongd við seinastu stákanina, áðrenn jólini verða sungin inn kl. 21 í kvøld.
Sungnir verða í felag jólasangir, og eisini verða fleiri sangframførslur – alt meðan angin av holukøkum spakuliga fyllir húsið, tí aftaná verða øll boðin til drekkamunn í matstovuni.
Hetta er 16 ferð at tiltakið verður hildið og í kvøld ber endiliga til at savnast aftur.
Tiltakið er ókeypis, men høvi verður at geva til neyðstødd í Ukraina.
Deil á Facebook