Sunda kommuna
Týsdagin 28. novembur og mikudagin 29 novembur verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja.
Týsdagin 28. novembur:
Hósvík kl 17.00
Hvalvík kl 18.00
Haldórsvík kl 19.00
Tjørnuvík kl 20.00
Mikudagin 29. Novembur:
Oyrarbakki kl 18.00 (Í nýggja økinum í Náttúrulundini – beint undir skúlanum við Streymin)
Gjógv kl 19.30
Skrá:
- Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
- Eiðis ljómfelag spælir
- Prestur heldur talu. Jákup E. Petersen í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík – Jonhard Jógvansson á Oyrarbakka og við Gjógv.
- Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
- Eiðis ljómfelag spælir
- Jólamenninir koma við brandbilinum – børnini fáa pakka
- Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi
Hósvík – í bygdarhúsinum, kjallaranum
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum (suppa eisini)
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum
