Gamli Leirvíksvegurin er stongdur fyri allari bilferðslu. Vegurin er ikki mettur tryggur at koyra eftir og kann ikki nýtast sum avloysaraleið, tá Leirvíkstunnilin verður stongdur. Grótlop, brattlendi og ein vegur, sum ikki er gjørdur til dagsins ferðslu, gera farleiðina hættisliga.
Eysturoyarportalurin skilir, at bilførarar hava roynt at koyra eftir gamla Leirvíksvegnum, tá ferðsluóhapp ella aðrar hendingar hava steðgað ferðsluni gjøgnum Leirvíkstunnilin.
Seinast hetta hendi var leygarkvøldið 31. oktober, tá tunnilin aftur varð stongdur í umleið hálvan annan tíma. Hesu ferð vegna eitt ferðsluóhapp.
Men gamli Leirvíksvegurin er stongdur av trygdarávum. Tað gjørdi Eysturkommuna greitt longu tann 13. juli í ár, tá ið hon stongdi hann fyri allari bilferðslu, tí mett var at hann ikki var nóg tryggur.

Ikki gjørdur til dagsins ferðslu
Gamli Leirvíksvegurin er als ikki tíðarhóskandi sum avloysaraleið fyri ferðsluna, sum í dag koyrir gjøgnum tunnilin.
Í eini grein á Eysturoyarportalinum frá mars 2025 varð víst á, at longu undan tunnilsupplatingini í 1985 varð vegurin mettur óegnaður til táverandi ferðsluna á umleið 1.100 bilar um samdøgrið. Nú koyra sambært somu grein umleið 5.000–5.500 bilar dagliga gjøgnum Leirvíkstunnilin.
Longu í januar 2018 varð gamli vegurin stongdur, tí hann ikki var nóg tryggur til nógvu ferðsluna, sum koyrdi eftir honum, meðan tunnilin var stongdur um næturnar vegna arbeiði. Bilarnir máttu í staðin bíða eftir gjøgnumkoyring í tunlinum hvønn heilan tíma.

Grótlop og brattlendi
Vandin á gamla vegnum snýr seg eisini um lendið kring hann. Í januar 2023 boðaði Eysturkommuna frá, at so nógv grót og annað tilfar leyp oman á vegin, at strekkið millum Leirvík og Slagmarkina varð stongt. Tá varð eisini heitt á fólk um ikki at ganga har.
Vegurin liggur í sera brøttum lendi. Veður og vindur gera at máað verður undan vegnum so líðandi, og kunnu (og fara nokk einaferð) avleiðingarnar eisini at verða álvarsligar: sum t.d. at partar av undirlagnum av vegnum loysna og fara á sjógv.
Stongdur vegur er eingin avloysaraleið
Hendingarnar vísa, hvussu viðbrekið sambandið er, tá Leirvíkstunnilin ikki er opin. Men loysnin er ikki at koyra eftir einum vegi, sum er stongdur, tí hann verður mettur ótryggur.
Gamli Leirvíksvegurin er hættisligur og ikki gjørdur til dagsins nógvu ferðslu. Tað eigur at standa púra greitt hjá øllum bilførarum, eisini tá bíðirøðirnar við tunnilin eru langar.
