Mynd: Visit Runavík
Tað er í morgin at jólaskipið kemur inn á Runavík. Kl 16.30 stevna jólamennirnir við skipsmanning inn í bátahylin.
Ætlanin er síðani, at jólamennirnir ganga frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin, har stóra jólatræið stendur og framførslur verða. Har verður eisini bjóða kakao og bollar, meðan jólamennirnir eisini fara at bjóða okkurt spennandi til børnini.
Ferðslan verður tí tarnað á Gulasteins- og Fjøruvegi frá kl 16.30-17.00
Vegna tiltak, eru eingin parkeringspláss við Løkshøll tøk.

