Nakað áðrenn kl. 15.00 í dag var boða frá at grind í Hestfirði. Sum skilst, so verður grindin møguliga hildin til í Havn.
Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, sum hevur ligið uttanfyri 12 fj. í nakrar dagar hevur sambært MarineTraffic, sett kós ímóti oyggjunum. Og tískil hevur skipið ikki hildið forboðið sum Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydall setti, um at koma innum 12 fj. markið.
