Tíðindaskriv
Tað er líka stórur tørvur á Norðlýsinum ídag, eins og tað var stovningardagin í 1915, sigur Jóhann Lützen stjóri á Norðlýsinum
Jóhann Lützen hevur í dag keypt hinar báðar partaeigararnar út og fer at halda fram sum stjóri á Norðlýsinum.
Í 2017 keypti Jóhann Norðlýsið saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim frá Oliver Joensen.
– Árini hava gingið skjótt, eg havi stórtrivist og lært nógv, vit hava haft góð úrslit og kendu eisini til avbjóðingarnar í koronutíðini. Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at halda fram at tryggjað, at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil hjá fólki, virkjum, stovnum, politikarum, áhugafeløgum, frítíðarfelagsskapum og øðrum, sigur Jóhann Lützen.
Deil á Facebook