Í dag eru 25 ár liðin, síðan Jógvan Gregersen tók við sum stjóri á Vaðhorn. Í eitt fjórðingsøld hevur hann staðið á odda fyri saltfiskavirkinum á Hulki á Strondum.
At lýsa Jógvan sum stjóra er rættiliga einfalt, tí hann er fyrst og fremst ein fyrikomandi og jarðbundin maður. Hann er ikki ein leiðari, sum goymir seg inni á einari skrivstovu. Tvørturímóti kemur hann javnan oman á gólvið, heilsar upp á starvsfólkini og spyr:
„Nú, hvussu gongur?“
Hann er heldur ikki bangin fyri at fara í arbeiðshandskarnar og vísa, hvussu arbeiðið skal gerast.
Ein stjóri, sum lærir frá sær
Tá ein blaðung, 19 ára gomul genta byrjaði á Vaðhorn í 2016, kendi hon lítið til saltfisk og arbeiðið á einum stórum virki. Men hon lærdi skjótt Jógvan at kenna.
Hann lærdi hana at salta, flokka fiskin rætt í pakkingini og skilja samanhangin í framleiðsluni. Boðskapurin var greiður: Eitt virki kann bert rigga væl, um allir liðir arbeiða saman.
Jógvan er kendur fyri sítt lætta lyndi og sínar skjótu og skemtiligu viðmerkingar. Men hann dugir eisini at vera álvarsamur og vísa umsorgan, tá ið støðan krevur tað.
Einaferð hevði unga arbeiðskvinnan gjørt ein stóran feil. Ein maður á virkinum rópti eftir henni, og hon fór at gráta. Tá Jógvan frætti, hvat var hent, kom hann yvir og spurdi, um alt var í lagi. Síðan segði hann:
„Her á virkinum møta vit viðhvørt mótgongd, men tað týdningarmesta er, at vit reisa okkum aftur við høvdinum høgt.“
Hesi orðini hevur hon ongantíð gloymt. Tey lýsa eisini væl Jógvan sum leiðara. Fyri honum snýr arbeiðið seg ikki bara um framleiðslu, sølu og tøl, men eisini um menniskjuni, sum fáa virkið at ganga.
Unga gentan, sum byrjaði við at salta fisk í 2016, arbeiðir í dag á skrivstovuni við starvsfólkaviðurskiftum og góðskueftirliti. Hon er eitt gott dømi um, hvussu starvsfólk kunnu mennast, tá ið tey fáa ábyrgd, stuðul og møguleikan at læra.
Saltfiskur í blóðinum
Jógvan hevur drúgvar royndir í saltfiskavinnuni og er bæði stjóri og ein av eigarunum í Vaðhorn. Í 2007 keyptu hann og Jens Martin Knudsen virkið saman.
Sama ár gjørdi Vaðhorn eina týdningarmikla íløgu í útgerð, sum gjørdi tað møguligt at nýta frystan fisk í framleiðsluni. Hetta gav virkinum møguleika at keypa rávøru úr øðrum londum, tá ið ov lítið var at fáa undir Føroyum.
Undir leiðsluni hjá Jógvani hevur Vaðhorn staðið seg ígjøgnum fíggjarkreppu, skiftandi fiskaprísir, trot á rávøru og truplar tíðir á altjóða marknaðunum. Í 2009 varð virkið á Strondum útbygt, og framleiðsluorkan vaks munandi.
Vaðhorn framleiðir serliga saltfisk úr toski, brosmu og longu. Ein stórur partur av framleiðsluni verður seldur til Suðurevropa – serliga til Spania og Italia.
Í 2024 hevði Vaðhorn eitt úrslit eftir skatt á 9,6 milliónir krónur. Hetta var næstbesta úrslitið hjá felagnum í tíggju ár og vísir, at virkið framvegis stendur sterkt eftir meira enn hálva øld í føroyskari fiskivinnu.
Saltfiskurin er í dag vorðin ein inngrógvin partur av honum. Eftir 25 ár sum stjóri er Jógvan Gregersen ein livandi ímynd av slagorðinum hjá Vaðhorn:
„Viljin at gera mun, ger mun!“
