Eftir ein summarsteðg, bjóðar Missiónshúsið á Strondum aftur morgunkaffi og eitt hugnaligt prát 3. hvønn hósmorgun frá kl. 10-12.
Umleið kl. 11 er andakt ella líknandi.
Framm til desembur verður morgunkaffi hesar dagar, og onkran av døgunum verður vitjan.
Í dag 10. septembur vitjar Jógvan Fríðriksson
1. oktobur. Oasu-brøður
22. oktobur.
19. novembur. Gudstænasta við altargongd í Sjóvar kirkju kl 11.
Tey ið ynskja bil, eru vælkomin at ringja tlf 217730 (Sóley)
Øll eru hjartaliga vælkomin