Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan í 2-2 javnleikinum, sum KA Akureyri leikti á útivølli móti Dundalk í seinna dystinum í Europa Conference League undankappingini hósdagin.
Og tað var eisini toftamaðurin, sum legið útiliðið av Akureyri á odda 1-0 í 14. minutti. Dysturin endaði 2-2 og KA Akureyri vann seg tískil víðari við samlaða úrslitinum 5-3.
Jóan Símun leikti teir fyrstu 60 minuttirnar áðrenn hann var útskiftur.
Jóan Símun skal nú aftur á slóðina, tá ið hann skal til Belgia í komandi umfarið. Tá skal KA Akureyri møta stórliðnum Club Brügge. Fyrri dysturin verður leiktur komandi hóskvøld 10. august klokkan 18.00 føroyska tíð.
Sí málið hjá Jóan Símun Edmundsson niðanfyri.
Deil á Facebook