Landsliðsleikarin og útisetin Jóan Símun Edmundsson skal hesa vikuna venja í Sarpugerði.
Tað váttar hann fyri Eysturoyarportalinum. Jóan Símun sigur soleiðis: Eg havi jú spælt saman við Jóhan Petur Poulsen í B68, so eg hugsadi at tad var upplagt at spyrja hann, um tad kundi lata seg gera, at eg kom at venja við Víkingi í nakrar dagar.
Tað er í sambandi við, at A-landsliðið skal spæla tveir dystir á heimavølli seinni hendan mánaðan, at Jóan Símun hevur spurt um hann kann koma at venja við og halda seg í venjing, nú kappingin í Belgia er liðug.
Eg nái nokk ikki meira enn eina til tvær venjingar, áðrenn vit skulu møta inn við landsliðnum.
Eftir ætlan skal Jóan Símum byrja at venja í Sarpugerði nú hósdagin.
Annars sigur Jóan Símun við Eysturoyarportalin, at hann hevur vant við fullari ferð í eina tíð. Eisini hevur hann vant við einum øðrum felagið eftir at kappingin endaði í Belgia. Og so hevur hann eisini spælt onkrar venjingardystir. Hann sigur at enda, at sum heild, so følir hann seg væl fyri í løtuni.
A-landsliðið hjá monnum skal spæla tveir landsdystir á Tórsvølli í juni. Tann fyrri er ímóti Kekkia 17. juni og ímóti Albania tann 20.juni.
Deil á Facebook