Toftamaðurin, sum hevur verið uttan nakað felag eftir at sáttmálin við íslendska KA Akureyri gekk út í fjør, hevur nú funnið sær nýtt felag.
Hann hevur í dag skriva sáttmála við FC Shkupi frá Norðurmakedonia.
Hann er sostatt fyrsti føroyingur, sum fer at leika yrkisfótbólt í eysturevropeiska landinum.
FC Shkupi liggur í løtuni 2. plássi í Prva Makedonska Fudbalska Liga.
Deil á Facebook