Jerrold frá Hwarang Føroyar, Norðurlenskur Junior meistari í -45 kg til Nordic Taekwondo Championship 2025 í Oslo.
Jerrold kempaði ein fantastiskan dyst og vann bæði á Norra, Svøríki og Danmark.
Stefan J. Mifsud vann seg í finaluna í -45 kg Kadet og mátti lúta fyri Letlenska meistarinum, ið hevði fingið loyvi at luttakað til kappingina. Stefan vann tíðskil silvur heiðursmerki.
Jónar K. Poulsen luttók hóast sín unga aldur til -41 kg Kadet. Mótstøðan var hørð og hevði nógvar royndir, men Jónar kempaði væl. Jónar vann bronsu heiðursmerki.
Artur Helgason Højgaard luttók í – 63 kg junior. Artur møtti einum royndum kempari í fyrsta umfari og kom ikki víðari.
Allir 4 íðkarnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa og tíðskil er hesin túrur sera læruríkur og gevur trúgv uppá fleiri heiðursmerkir í framtíðini.
Føroysku heiðursmerkini:
Jerrold Balagasay vann gull í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í – 45 kg Kadet
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í – 41 kg Kadet



