Hondbóltssamband Føroya
Talan gjørdist aftur um ein sera javnan dyst millum føroysku U18-kvinnurnar og Turkaland í seinna vinardystinum millum londini. Í mun til fyrra dystin, vóru tað Turkaland, sum vóru á odda tað mesta av dystinum, men okkara javnaðu fá sekund fyri leiklok til 23-23, eftir at Turkaland var á odda 12-11 í hálvleikinum.
Dysturin var javnur so at siga allan vegin, og vóru tað ongantíð meira enn tvey mál á muni. Tað vóru tó Turkaland, sum fyri tað mesta høvdu leiðsluna. Meðan okkara fyri tað mesta royndu seg við ein móti einari spæli, so koyrdu Turkaland meira við krossspælið og langskotum. Hetta hepnaðist heldur betri hjá turkum í fyrra hálvleiki, sum eisini vóru á odda 12-11 við steðgin. Turkaland hildu eisini leiðsluna nærum allan seinna hálvleik, men gjørdu okkara ein vørr seinastu løtuna og fingu hálað ein javnleik heim, 23-23.
Talan hevur verið um eina sera góða U18 venjingarlegu í Ankara í Turkalandi, har turkiska hondbóltssambandið hevur sera góðar umstøður í teirra høvuðsæti. Talan hevur eisini verið um tveir sera tættar og gevandi vinardystir, móti einum turkiskum liðið, sum hevur verið hóskandi mótstøða í mun til støði. Samlingin er liður í fyrireikingunum til altjóða EHF kapping, sum verður næsta summar.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir 5
Halla Haldansen 5
Fríða Eysturún Rubeksen 4
Maria Poulsen Hellisdal 2
Emily Andresen 2
Lý Dávadóttir 2
Martha Rógvadóttir Thorsen 2
Meta av Fløtum 1
