Tíðindaskriv/Javnstøðunevndin
Javnstøðunevndin hevur heitt á Ákæruvaldið um at reisa ákæru móti einum føroyskum arbeiðsgevara. Hetta hendir eftir at arbeiðsgevarin hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at fylgja avgerð nevndarinnar.
Tann 28. januar 2026 tók javnstøðunevndin avgerð í einum klagumáli, har nevndin kom til ta niðurstøðu, at ein arbeiðsgevari hevði brotið reglurnar í Javnstøðulógini um mismun í sambandi við viðgongu og barnsburðarfarloyvi.
Sambært avgerðini skuldi arbeiðsgevarin rinda kvinnuni, sum hevði verið fyri vanbýti, samsýning svarandi til løn í 25 vikur.
Arbeiðsgevarin hjá kvinnuni boðaði tó frá, at hann ikki fór at fylgja avgerðini.
Javnstøðunevndin heitti síðani á arbeiðsgevaran um at fylgja avgerðini og rinda ásettu samsýningina, tó uttan nakað úrslit.
Tí hevur javnstøðunevndin nýtt tær heimildir, sum nevndin hevur sambært § 12 í Javnstøðulógini.
Í juni 2026 heitti nevndin á Ákæruvaldið um at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum. Nevndin mælti somuleiðis Ríkisumboðnum til, at kvinnan fær fría rættargongd til rættarmál um samsýning.
Javnstøðunevndin hevur harumframt sent Føroya rætti stevning við kravi um, at arbeiðsgevarin skal viðurkenna, at framferðarhátturin mótvegis kvinnuni hevur verið í stríð við Javnstøðulógina.
Sostatt verður málið nú viðgjørt í rættarskipanini eftir teimum heimildum, sum eru staðfestar í Javnstøðulógini í slíkum førum.