Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2026 17:00

Jan Danielsen 60 ár

Jan Danielsen verður 60 ár mánadagin 6. juli. Mynd: Eyp.fo

Mánadagin 6. juli fyllir Jan Danielsen 60 ár.

Dagurin verður hildin á arbeiðsplássinum hjá honum hjá Dekkservice á Rituvíkshálsi – millum kl. 14.00 og 18.00 mánadagin.

Har verður m.a. grillað pylsur og búffar, meðan okkurt leskiligt verður afturvið.

Eisini verður kaffe, the og køkur at fáa, meðan softice, popkorn o.a. verður til børnini.

Uml. kl. 15.00 syngur og spælir Ólavur á Váli eisini nakrar sangir.

Jan sigur, at ongin skal føla seg noyddan at hava nakra gávu við. Um onkur allíkavæl ynskir at geva honum eina gávu, so ynskir hann okkurt annað enn blómur, sigur hann flennandi.

Hann sigur, at hann júst er byrjaður at samla til føroyska búnan. Silvurið keypir hann hjá Ur- og Brillustovuni á Glyvrum, so tað kundi verið eitt hugskot, sigur hann við einum smílið.

Til ber at bera fram eina heilsan til føðingardagsbarnið um ein ynskir tað.

Øll eru vælkomin.