Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2023 16:37

James Bond virksemi í Føroyum?

Mynd: HDMS Hvidbjørnen uttanfyri Mjóvanes í dag (Eysturoyarportalurin)

Síðstu dagarnar hava verið óunnuligir hjá nógvum føroyingum. Tíðin líkist ikki nøkrum sum vit kenna nakað til áðrenn. Tað eru teir allarfægstu av føroyingar, sum nú eru á lívið, sum minnast seinast vit høvdu nakað, sum nøkulunda kundi samanberast við hetta sum nú hendir. Tað sum gekk fyri seg upp til 2. verðaldarbardaga og alt tað virksemi sum tá var, kann møguliga, um hugt verður í søgubøkurnar, samanlíknast í onkrum førum.

Vit og tit. Tey óndu og tey góðu. Vesturheimurin og hini. Antin eru tit við okkum ella eru tit ímóti okkum. Or else… Hetta hevur verið retorikkurin og herrópini, sum hava verið at hoyrt frá okkara fólkavaldu og okkara sameindu seinastu tíðina.

Vit føroyingar, sum ikki eru kendir fyri at útihýsa nøkrum, hava tískil ikki lætt at taka støðu. Vit hava jú altíð duga at havt gott samstarv við øll á flest øllum økjum. Føroya og føroyingar hava ikki verið kendir sum teir, sum hava mælt til kríggj ella stríð, og tí kemur hetta okkum sum nú hendir, sera dánt við. Vit eru jú kend sum friðarfólk burturav.

Tað er hent og hendir nógv, í og runt, Føroyaland hesa seinastu tíðina. NATO flogfør í hópatali flúgva uppiyvir okkum. Hvør minnist ikki lágtflúgvandi flogfarið yvir skálafjørðin? NATO hernaðavenjingar í føroyskum sjógvið. Amerikonsk herskip við bryggju, og amerikanskur kavbátur á Nólsoyarfirði, bert fyri at nevna nøkur dømi.

Og so sjálvur “fílurin í rúminum”. Radaramálið! Eitt mál sum hevur fylgt sera nógv her á klettunum og í Danmark. Kanska “lokomotivið” til alt hitt hernaðarliga virksemið, sum er komið aftaná seinasta árið.

Nú var so danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, í Føroyum fyri nøkrum døgum síðani, og honum á bakið, var Troels Lund Poulsen, virkandi danska verjumálaráðharrin. Alt meðan russisk skip, fiskiskið liggja við bryggju í Tórshavn beint uttan fyri vindeyga hjá løgmanni í Tinganesi.

Alt hetta, sigst at vera í kjalarvørrinum av innrásini hjá Russlandi í Ukraina fyri gott einum ári síðani.

Nú verður so ført fram í miðilunum, teimum norðurlendsku miðilunum, at hesi russisku skipini ikki bert fiska og umskipað fisk, men ístaðin, í besta James Bond stíli liggja og njósnast millum oyggjarnar og sjálvt inni við land uttanfyri vindeyga hjá løgmanni og hjá okkara fólkavaldu.

Hvat er satt og hvat er ósatt, er ikki til at vita. Men um so er, at russarar njósnast her á okkara leiðum, antin við skipum, flogførum ella njósnarum á landi, so er tað ikki nakað, sum skuldi komið óvart á fólk. Hetta hava øll heimsins stórveldir gjørt í mannaminni. Og gera tað hvønn einasta dag. Eisini sjálvt Danmark, er kent fyri at njósnast. Tað er almnent kent, at danir njósnaðist, tá føroyskir loysingarhugaðir arbeiddu við ætlanum at loysa. Um so er enn, er ikki til at siga.

Í dag sást so danska verjuskipið HDMS Hvidbjørnen fara norður gjøgnum Djúpuni framvið Mjóvanesi. Men hvat ørindini vóru, er ikki kent.