ÍF skrivar:
Ungi miðvallarin, Jákup í Lambanum, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við ÍF, sum hevur við sær, at hann verður partur av hópinum í 2027.
Jákup hevur í ár leikt 20 dystir í 1. deild, og í alt er tað nú blivið til 52 dystir fyri besta liðið hjá ÍF.
Tað vermir hjartað, tá ið lokalir leikarar velja barndómsfelagið. Vit ynskja Jákupi til lukku við sáttmálanum og góða eydnu framyvir saman við liðnum.