Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.11.2026 16:35

Byrja á útivølli ímóti Ísrael

Fyrr í ár spældu føroysku kvinnurnar tveir venjingardystir ímóti Andorra - Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Dystaskráin fyri Nations League hjá kvinnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Ísrael leygardagin 2. mars 2027.

2. mars 2027 byrjar Nations League kappingin hjá kvinnunum. Føroyar eru í bólki C3 saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra. Tilsamans seks dystir eru á skránni.

Føroysku kvinnurnar leggja fyri við tveimum útidystum – fyrst ímóti Ísrael 2. mars og síðani Norðurmakedónia 6. mars. 

Dystarskráin 2027

2. mars Ísrael – Føroyar 

6. mars Norðurmakedónia – Føroyar 

20. apríl Føroyar – Andorra 

24. apríl Føroyar – Ísrael

11. juni Andorra – Føroyar 

15. juni Føroyar – Norðurmakedónia


Seinni í hesum mánaðinum gongur leiðin hjá kvinnulandsliðnum til Estlands, har tær luttaka í Baltic Cup, les meir um tað her.