Myndir: Jacob Fuglø
Í døgunum 1. – 20. februar hevur Jacob Fuglø, Hvalvík málningaframsýning í Ribarhúsi.
Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi.
Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt framsýningar bæði í Danmark og Føroyum eisini.
Á framsýningini eru 25 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir.
Framsýningin hongur uppi til 20.februar.
Ribarhús er opið mánadag til fríggjadag kl.13.00 til 16.00
leygardagar kl. kl.11.00 til 14.00


