Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.07.2024 18:40

Ítrótturin í Eysturkommunu blómar

Mynd: Eysturskot

Eysturskot skrivar soleiðis:

Eisini í dag var ein fantastiskur dagur hjá Eysturskot, har teir ognaðu sær øll heiðurmerkini í Nordisk Trap kappingini sum bleiv skotin á breytuni í Leirvík .

Spenningurin var øguligur til allar síðstu dúgvurnar blivu skotnar, bæði í Meistara finaluni og A-finaluni.

Carsten Joensen vann kappingina tá hann rakti 116 dúgvur av 125.

Beint aftanfyri hann bleiv Kristian Johannesen við 115 dúgvun, og 3 plássi tók besti ABT og OL-Trap skjúttin í Føroyum Alex Johannesen.

A-finaluna vann Harry Mikkelsen frammanfyri Jógvan Linklett, og 3 plássi og bronsuna vann unglingin Marius Gaardlykke.

Skjúttar hjá Eysturskot eru bjóðaðir til Ísland at kappast í august, og hettar eru góð tøl at hava við í viðførinum.

Spjaldur