Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2026 08:33

Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” verður í september

Tíðindaskriv

ÍSF skipar fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið í september. Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg.

Fyrsta árið eggja vit øllum arbeiðsplássum í Føroyum at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni og fáa leiðarar at siga: “Vit eru við”. Samanhaldið, ið kann vera á einum arbeiðsplássi, har starvsfelagar eru saman um mál og eggja hvør øðrum, er ein styrki, ið vit vilja knýta at rørslu á arbeiðsplássum. Vit eru eisini sannførd um, at tá góðir leiðarar ganga á odda, fylgja starvsfólkini við.

Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september. Vit eggja leiðarum til at seta ein kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni.

“Vit heita á allar leiðarar á øllum arbeiðsplássum í Føroyum at hugsa um, hvussu tú kanst seta rørslu á dagskrá á tínum arbeiðsplássi” 

– Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

Vegna fyriskipararnar: 

Heilsu– og Orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.