Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 16:19

Íslendskur miðil: Gunnar Vatnhamar besta keypið í ár

Mynd: Fótbólti.net

Íslendski miðilin Fótbóltur.net kunngerð í dag á heimasíðu síni, 10 tey bestu keypini hetta kappingarárið í íslendsku bestu deildini, Úrvaldsdeildini.

Og sæð við føroyskum brillum, so kunnu vit frøðast, tí á 1.plássið liggur fyrrverandi Víkingaleikarin úr Sarpugerði, og núvernandi Víkingur Reykjavíkleikarin Gunnar Vatnhamar.

Tað verður sagt soleiðis um hann: “Føroyski landsliðsleikarin er follin sera væl inn á liðið. Hann hevur víst seg at vera ein sannur styrkur fyri alt liðið. Besta keyp hetta kappaingarárið!”

Í stuttari viðmerking við Eysturoyarportalin, sigur Gunnar: “Hetta er bara heilt stuttligt. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað liggur hart arbeiðið aftanfyri. Tú skalt minnast til, at tað eru 23-24 mans sum allir arbeiða fyri somu søk. So hetta er ikki bert ein heiður til mín, men allan hópin og alt venjaratoymið.”

Listin kann síggjast her: https://fotbolti.net/news/26-05-2023/tiu-bestu-kaup-timabilsins-i-bestu-deildinni