Seyðahundasamband Føroya
Mikudagin 16 September verður størsta seyðahunda kapping í heiminum sett á Huntington Farm, skotsku megin markið við Ongland.
Føroyar eru umboðaðar av Jónstein Petersen við hundunum “Gripur” og “Kvikk” og Tummas Jacobsen við hundinum “Moss”. Teir skulu kappast ímóti yvir 300 luttakarum úr 33 tjóðum.
Innleiðandi umfør verða Hósdagin og Fríggjadagin. Leygardagin verður semifinala. Og Sunnudagin verður finala har heimsmeistarin verður funnin. Í innleiðandi umførunum verður kappast á trimum breytum samstundis, 6 luttakarar sleppa víðari av hvørjari breyt hvønn dagin. 15 teir bestu sleppa úr semifinaluni, í finaluna Sunnudagin.
Meira um kappingina sæst her
Stroyming kann keypast her