Tann 24. august í ár varð kunngjørt, at Sverri Steinhólm verður fyrsti diakonprestur í Føroyum. Undan hesum hevur hann verið sjúkrahús- og fongsulsprestur í knapt 28 ár.
Tá ið prestur tekur við embæti, hendir hetta formligt við at dómpróstur innsetur í kalli. Soleiðis verður eisini sunnudagin 15. oktober 2023, tá ið Sverri Steinhólm verður innsettur sum diakonpretur í føroysku fólkakirkjuni.
Innsetingargudstænastan verður í Fríðrikskirkjuni kl. 11.00. Lestur verður í Gøtu kirkju.
Deil á Facebook