Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.03.2023 08:28

Innbjóðing til GT Barna Open 12.03 í Gøtu skúla

Mynd: Talvsamband Føroya

Sunnudagin 12. mars verður kvik-talvkapping fyri børn í Gøtu skúla. Kappingin byrjar kl. 14.00 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.

Kappingin verður deild upp í 2 aldursbólkar: 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum bólki vinna medaljur.

Til ber at tekna til við at skriva navn, aldur og flokk til kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin er fríggjadagin 10. mars.

Talvsamband Føroya